USA umhugsar aftur at brúka Keflavík

USA umhugsar aftur at brúka Keflavík
Russland sýnir størri og størri áhuga fyri Norðurpólsleiðini, og tí vil amerikanska verjan aftur hava støð í Keflavík
 
12.02.2016 - 08:08

USA fer kanska at brúka flogvøllin í Keflavík aftur til hernaðarendamál.

Ritzau skrivar við amerikanska netmiðlinum "Stars and Stripes" sum keldu, at herstøðin í Keflavík, sum læt aftur í 2006, kanska letur upp aftur, tí amerikanarar vilja hava eftirlit við russiskum kavbátum í Norðuratlanshavi.

"Stars and Stripes", sum bara skriva um hernaðarmál, skriva, at amerikanska verjumálaráðið hevur biðið um pengar í fíggjarlógini fyri 2017 til at uppstiga eitt flogfaraskýli í Keflavík.

Russland sýnir størri og størri áhuga fyri Norðurpólsleiðini, og tí vil amerikanska verjan aftur hava støð í Keflavík.

Støðin hevði stóran týdning

USA hevði herstøð í Keflavík frá 1951 til 2006. Hon var mett at vera sera týðandi í kalda krígnum.

2500 hermenn vóru á støðini. Har vóru stríðsflogfør, tangaflogfør og bjargingartyrlur. 

Myndugleikar í Reykjavík hava váttað, at herstøðin í Keflavík var á skránni, tá amerikanski varaverjumálaráðharrin, Bob Work, var í Íslandi í september í fjør.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 06 juli 2026
210564
Mánadag 6. juli
RagnarRokk: Jack Owen um Next to Die
209117
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522