Føroyingar ikki so bjartskygdir longur

Føroyingar ikki so bjartskygdir longur
Yvirskipaða vísitalið fyri brúkarar og vinnu lækkaði samanumtikið seinna hálvárið 2015. Fleiri føroyingar vænta, at arbeiðsloysið fer at vaksa
Fleiri fólk í Føroyum vænta, at arbeiðsloysið fer at vaksa aftur. Hagstovan kunngjørdi mánadagin nýggjastu konjukturkanningina
 
16.02.2016 - 08:31

Føroyingar eru ikki so bjartskygdir longur. Ikki sambært nýggjastu konjunkturkanningini, sum Hagstovan kunngjørdi á heimasíðuni mánadagin.

Yvirskipaða vísitalið fyri brúkarar og vinnu lækkaði samanumtikið seinna hálvárið 2015 úr 23 niður í 20. Talið nærkast tí 17, sum er miðaltalið seinastu tíggju árini.

SÍ EISINI Bæði til keyp og uppsparing

Í fíggjarkreppuni, sum brast á í 2008, lækkaði vísitalið nógv, heilt niður í minus 29. Men síðani hækkaði tað aftur upp í 37 á sumri í 2014, tá tað so aftur fór at lækka.

Fyri einum ári síðani var vísitalið kortini lægri enn nú, tá var tað 18. Nú er tað 20. Húsarhaldini halda ikki, at útlitini eru so góð sum tey hava verið.

Fleiri halda arbeiðsloysið fer at vaksa

Millum annað vænta fleiri fólk nú, at arbeiðsloysið fer at vaksa aftur. Í tilfeingisvinnuni stúra tey fyri versnandi atgongd til marknaðir uttanlands og fyri at fáa minni fyri útfluttu vøruna.

Byggivinnan hevur aðrar trupulleikar at stríðast við, - hon fær ikki fólk at gera alt arbeiðið, sum hon hevur. Handlarnir lata væl at søluni, men færri enn áður vænta sær góða sølu í ár.

Handilsvinnan fer at hava minni brúk fyri fólki í ár. Í tænastuvinnuni meta tey støðuna at vera ta øvugtu sum hjá handilsvinnuni. Útlitini eru betri og brúk verður fyri størri arbeiðsmegi á ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974