- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gjørt semju um nýggjan sáttmála
Gjørt semju um nýggjan sáttmála
Sáttmálin millum Skipara- og Navigatørfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er endurnýggjaður fram til 1. oktober í 2017
22.02.2016 - 09:14
Semjan byggir á ein karm, sum er 2,25 prosent fyrra árið og 1,9 prosent seinna árið. Semja er um nakrar dagføringar, og at arbeiðsbólkur viðvíkjandi havnarmeistarum- og umsjónarfólkum verður settur.
Bólkurin skal kanna, hvussu starvsviðurskiftini hjá havnarmeistarum og umsjónarfólkum eru broytt í sambandi við tey krøv, sum kommununum eru áløgd sambært lógini um havnaloðsing.
Hugt verður at, hvussu arbeiðið við loðsing er skipað í dag, og tilmæli skal gerast um, hvussu loðsing kann skipast frameftir sum ein partur av starvsinnihaldinum hjá havnarmeistarum- og umsjónarfólkum.
Miðað verður eftir, at hetta arbeiðið skal verða liðugt áðrenn 1. oktober í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV