Ætla at víðka lógina

Ætla at víðka lógina
Landsstýrið arbeiðir víðari við lógum, ið millum annað skulu forða slíkum virksemi sum tí hjá Paul Watson og hansara fólkum í Føroyum og við Føroyar
Galdandi lóg um trygd á sjónum hevur ásetingar um siglingarbann og møguleikar at nokta skipum at koma í føroyska havn. Men nú er ætlanin at víðka lógina
 
23.02.2016 - 07:57

Nú Sea Shepherd hevur boðað frá, at felagsskapurin kemur ikki til Føroya í summar, arbeiðir landsstýrið víðari við lógum, sum millum annað skulu forða slíkum virksemi sum tí hjá Paul Watson og hansara fólkum í Føroyum og við Føroyar.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur gjørt eina broyting í lógini um trygd á sjónum, sum skal forða útlendskum skipum í at koma inn um 12 fjórðinga markið, tað er inn um 12 fjórðingar frá grundlinjunum uttan um Føroyar.

Hvørki Sea Shepherd ella aðrir felagsskapir eru nevndir í viðmerkingunum um lógaruppskotið, sum er til hoyringar í løtuni. Men í fjør summar varð hesin møguleikin, at nokta skipunum hjá Sea Shepherd at koma inn um 12 fjórðingar, nevndur.

SÍ EISINI Sea Shepherd-skip skulu ikki inn um 12 fjórðingar

Galdandi lóg um trygd á sjónum hevur ásetingar um siglingarbann og møguleikar at nokta skipum at koma í føroyska havn. Men nú er ætlanin at víðka lógina við hesum orðum:

"Lýkur eitt útlendskt skip ikki tey krøv, ið verða sett sambært viðkomandi altjóða sáttmálum, løgtingslóg ella kunngerð, kann skipinum verða noktað atgongd til føroyskt sjóumveldi."

Heimildin kann brúkast, tá útlendsk skip ikki halda reglur um trygd á sjónum og umhvørvisvernd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083