196 útlendingar søkt um arbeiðsloyvi

196 útlendingar søkt um arbeiðsloyvi
196 útlendingar úr triðjalondum ella ES-londum, hava søkt um arbeiðsloyvi í Føroyum síðan 2013, sigur Hendrik Old í svari til Kára P Højgaard
 
06.03.2016 - 14:34

196 útlendingar úr triðjalondum ella ES-londum, hava søkt um arbeiðsloyvi í Føroyum síðan 2013.

Tað sigur Hendrik Old landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum í svari til fyrispurning frá Kára P Højgaard, løgtingsmanni hjá Nýggja Sjálvstýri.

Uppgerðin hjá landsstýrismanninum vísir, at 73 søktu um arbeiðsloyvi í 2013, 58 í 2014 og mett verður, at 65 útlendingar søktu um arbeiðisloyvi í Føroyum í 2015.

Útlendingar, ið eru giftir við føroyingum, og sum seta búgva í Føroyum, eiga at sleppa til arbeiðis skjótast gjørligt, sigur Hendrik Old eisini í svarinum til Kára P. Højgaard.

Men eru tey ikki úr Norðurlondum, skulu tey lúka krøvini um arbeiðs- og uppihaldsloyvi ella hava fingið familjusameiningsloyvi.

Tað er danska útlendingastýrið, sum viðger mál um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Útlendingastovan veitir bara upplýsingar um málið til danir, sum síðani gera av, hvør sleppur til arbeiðis og ikki.

Málið hjá donsku myndugleikunum er, at familjusameining skal avgreiðast í mesta lagi tríggjar mánaðir eftir, at umsókn er latin inn. Tað verða tey eisini, sigur Hendrik Old í svari sinum til Kára P Højgaard.

Kári P. Højgaard vil eisini vita, nær væntast kann, at umsitingin og avgreiðsla av arbeiðs- og uppihaldsloyvi verður yvirtikið sum føroyskt sermál.

Svarið frá landsstýsimanninum er, at marknaðeftirlit og útlendingamál skulu yvirtakast samstundis sambært yvirtøkulógini.

Yvirtøkan av umsitingini og avgreiðsluni av arbeiðs- og uppihaldsloyvum verður sostatt ikki framd, fyrr enn alt málsøkið, útlendingamál- og marknaðeftirlit, verður yvirtikið, og hetta hevur víst seg at verið torført, tí tað hevur víst seg at vera ringt at finna eina loysn á spurninginum um Schengen.

Arbeitt veður tó framhaldandi við málinum, sigur Hendrik Old í svari sínum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987