Lítil áhugi fyri at leiga Sjóvinnuhúsið

Lítil áhugi fyri at leiga Sjóvinnuhúsið
Bara ein umsókn er komin at leiga Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju í Havn. Húsið skal leigast út ella seljast í einum
Bara ein áhugaður leigari er til Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju. Nú verður farið undir samráðingar, so greiða fæst á, um húsið skal leigast út
 
08.03.2016 - 08:05

Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini í Tórshavnar kommunu, sigur við in.fo, at nakrir fyrispurningar vóru, men tá avtornaði kom bara eitt tilboð um at leiga húsið.

Sjóvinnuhúsið skal leigast ella seljast í einum, og leigumálið kann vara í 30 ár sambært lýsingini. Gólvvíddin er til samans 7.000 fermetrar í fimm hæddum.

SÍ EISINI Nevndarformaður: Stórur áhugi fyri Sjóvinnuhúsinum

Tilboðið verður nú kannað, og so verður farið at samráðast við tann, sum hevur boðið, sigur Sjúrður Olsen.

Tað hevur ljóðað, at Smyril Line hevur áhuga í at nýta Sjóvinnuhúsið sum gistingarhús, men stjórin í felagnum vil ikki siga, um Smyril Line hevur boðið upp á Sjóvinnuhúsið.

- Vit hava ongar viðmerkingar í løtuni, sigur Rúni V. Poulsen, stjóri á Smyril Line, við in.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751