Lagnan hjá hjúnabandslógini avgjørd mikudagin

Lagnan hjá hjúnabandslógini avgjørd mikudagin
Uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu verða vígd borgarliga, kemur til aðru viðgerð í Løgtinginum mikumorgunin
Uppskotið um at broyta hjúnabandslógina kemur til aðru viðgerð í Løgtinginum mikumorgunin
 
15.03.2016 - 08:05

Í gjár var tað ivasamt, nú er tað vist. Slagið um hjúnabandslógina verður í morgin.

Uppskotið, sum formliga eitur "Uppskot til rikislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini" er sett á skrá til tingfundin, sum byrjar mikumorgunin klokkan 10.

Framvegis ósemja í Trivnaðarnevndini

Tá uppskotið var til fyrstu viðgerð í fjør og tá uppskotini vóru fyri í Løgtinginum fyrstu ferð og fullu fyri tveimum árum síðani, vóru rættiliga nógv fólk í Løgtinginum, og skipað varð fyri ymiskum tiltøkum uttan fyri løgtingshúsið.

Tað er framvegis ósemja í Trivnaðarnevndini, sum viðgjørdi uppskotið, um uppskotið letur eina hurð upp fyri samkyndum at fáa hjúnabandið signað í kirkjuni.

Sambært meirilutanum í nevndini nertir uppskotið ikki við innaru virðini í kirkjuni. Men sambært minnilutanum, fyrrverandi løgmanni Kaj Leo Holm Johannesen, Jógvani á Lakjuni og Jenisi av Rana, so lóggevur uppskotið inn í fólkakirkjuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. juli
Guðstænasta í Skála kirkju
194405
Leygardag 12. juli
Morgunlestur leygardagur 12.juli 2025
194084
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Nýggjastu sendingar í SV