Nógvir eldsbrunar og óarbeiðsføri í fjør

Nógvir eldsbrunar og óarbeiðsføri í fjør
10.700 skaðatilburðir fráboðaðir til Tryggingarfelagnum í fjør. Hetta er væl meira enn árið fyri, tá tað vóru skrásettir umleið 9.800 skaðar
 
19.03.2016 - 15:30

Óvanliga nógvir eldsbrunar hava verið í húsum, og haraftrat hava fleiri miðalstórir skaðar verið, sum eru hendir orsakað av vánaliga vetrarveðrinum.

Men hóast fleiri skaðar, hevur felagið størri avlop í fjør enn árið fyri. Avlopið var 9,6 milliónir í fjør, meðan avlopið í 2014 var 7,1 millión krónur.

Hjá Betri Pensjón gekst hinvegin verri í hond. Felagið hevði seks milliónir krónur í halli. 

Fleiri orsøkir

Tað eru tvinnar orsøkir til vánaliga úrslitið. Onnur er, at fleiri stórir skaðar hava verið, har fólk antin eru vorðin óarbeiðsfør ella deyð.

Hin orsøkin er, at føroyingar liva longri í dag enn í 2007, tá Betri Pensjón byrjaði sítt virksemi. Menninir liva 1,8 ár longri og kvinnurnar 2 ár longri. Hetta ger, at tíðarskeiðið gerst longri, har fólk fáa útgoldið pensjón frá felagnum.

Onki bendir á, at hendan gongdin fer at venda. Heilsurøktin og heilivágurin gerast betri, og tí hevur verið neyðugt at hækka avsetingarnar munandi hjá teimum, sum eru byrjað at fáa pensjón frá felagnum, sigur Tryggingarfelagið Føroyar í tíðindaskrivi.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087