Viðgera støðuna innanhýsis

Viðgera støðuna innanhýsis
Tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum viðger spentu støðuna innanfloks um uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um royndaruppboðssølu
Tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum fór nú á middegi á fund at viðgera spentu støðuna innanfloks um uppskotið um royndaruppboðssølu
 
05.04.2016 - 12:53

Kristin Michelsen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, atkvøddi við aðru viðgerð í síðst viku fyri uppskotinum.

Tingmaðurin gav tó ikki lyfti um, at hann eisini fer at atkvøða fyri uppskotinum við triðju viðgerð, sum verður í Løtinginum í morgin.

Vil ikki siga so nógv

Kristin Michelsen vil í dag ikki siga, hvørja støðu hann hevur til málið, ella hvat hann fer at atkvøða við triðju viðgerð í morgin.

Jónleif Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, segði við útvarpið í síðstu viku, at tað ikki er óvanligt, at full semja ikki er um málini millum aðru og triðju viðgerð.

Jónleif Johannesen væntar, at tað fer at eydnast at finna semju, áðrenn uppskotið kemur til triðju viðgerð í Løgtinginum mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086