Báðir undirsjóvartunlarnir avlop í 2015

Báðir undirsjóvartunlarnir avlop í 2015
Avlopið hjá Vágatunlinum minkaði í 2015. Hinvegin vaks avlopið hjá Norðoyatunlinum í fjør
Úrslitið í P.f. Norðoyatunlinum í fjør var slakar 5 milliónir kr. í avlopi, ella 3,6 milliónir størri enn árið fyri. Hinvegin minkaði avlopið hjá Vágatunlinum
 
08.04.2016 - 12:02

Avlopið í Vágatunlinum var 300.000 krónur, sum eru 3,4 milliónir krónur minni enn árið fyri. Umsetningurin í Vágatunlinum var góðar 13 milliónir í fjør, men árið fyri var hann næstan 19 milliónir kr.

Umleið 700.000 akfør koyrdu í Vágatunlinum í fjør, 15.216 fleiri enn árið fyri. Í meðal koyrdu 1865 akfør um samdøgrið í Vágatunlinum í fjør.

Tunnilin ikki latin landinum í 2016

Á aðalfundinum í fjør, varð samtykt, at Vágatunnilin skuldi latast landinum í desember í ár. Málið er síðani umrøtt millum Henrik Old, landsstýrismann, og umboð fyri P.f Vágatunnilin,

Landsstýrismaðurin hevur boðað felagnum frá, at Vágatunnilin skal ikki latast landinum í ár, sigur Uni Danielsen, stjóri í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, í tíðindaskriv.

Úrslitið í P.f. Norðoyatunlinum í fjør var slakar 5 milliónir kr. í avlopi, ella 3,6 milliónir størri enn árið fyri. Umsetningurin var góðar 24 milliónir kr., eina millión meira enn í 2014.

SÍ EISINI Politisku feløgini: Tunnilsgjaldið strikast

Umleið 900.000 akfør koyrdu í Norðoyatunlinum í fjør, vøksturin er 6,6 prosent. Í meðal koyrdu 2463 akfør í Vágatunlinum í fjør. Á aðalfundinum vóru báðar nevndirnar afturvaldur.

Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi.

Í nevndini fyri Vágatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Matthea Hilduberg og Marita Hentze. Jens Kári Vilhelm er nevndarformaður bæði í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Fríggjadag 30. januar
Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?
203483
Fríggjadag 30. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Lyon
203481
Fríggjadag 30. januar
Kvørnin: "Sólskin", Stanley Samuelsen
203473
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377