Odmar kemur aftur í B36

Odmar kemur aftur í B36
B36 hevur í dag skrivað sáttmála við verjuspælaran Odmar Færø
 
08.04.2016 - 09:11

Odmar Færø var millum týdningarmestu spælararnar hjá B36, tá teir vunnu meistaraheitið í fjør.

Nú hevur felagið tryggja sær, at Odmar Færø aftur spælir fyri B36, tá flytingargluggin letur upp í juni.

Sáttmálin millum Odmar Færø og B36 er galdandi í tvey og eitt hálvt ár, fram til kappingarlok 2018.

Odmar Færø varð í fjør kosin ársins verjuspælari í føroysku kappingini.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775