LUM: Mannagongdirnar vórðu fylgdar

LUM: Mannagongdirnar vórðu fylgdar
Fíggjarmálaráðið fylgdi røttu mannagongdunum, tá ráðið beindi eina innlitsumbøn til TAKS at taka støðu til, heldur enn sjálvt at viðgera umbønina
 
18.04.2016 - 12:28

Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni, sum hevur viðgjørt eina kæru um Fíggjarmálaráðið. Tað er TAKS og ikki Fíggjarmálaráðið, sum er skattamyndugleiki í Føroyum.

Tískil er tað TAKS, sum viðger og tekur avgerðir í skattamálum. Av tí sama er tað eisini TAKS, sum letur innlit í skjøl viðvíkjandi skattaviðurskiftum í Føroyum.

Kærdi mannagongdina

Í februar søkti Eivind Jacobsen, sum starvast fyri útvarpsrásina R7, Fíggjarmálaráðið um innlit í skjøl frá Fíggjarligum Støðufesti til Fíggjarmálaráðið í sambandi við skattamálið hjá Eik Banka.

Fíggjarmálaráðið læt TAKS skjølini, sum eru patur av viðgerðini hjá stovninum av stóra Eik-skattamálinum.

Tí beindi Fíggjarmálaráðið eisini innlitsumbønina frá Eivindi Jacobsen til TAKS, sum tók avgerð um ikki at lata innlit. Hesa mannagongd kærdi Eivind Jacobsen til Løgtingsins Umboðsmann, tí hann helt Fíggjarmálaráðið rann undan ábyrgd.

SÍ EISINI Bíða við kæru um landsstýriskvinnuna

Men Fíggjarmálaráðið gjørdi ikki annað enn at fylgja røttu mannagongdunum, staðfestir Løgtingsins Umboðsmaður í niðurstøðu síni.

Løgtingsins Umboðsmaður tekur kortini ikki støðu til, um tað var rætt av TAKS at nokta innlit í skjølini frá Fíggjarligum Støðufesti til føroysku skattamyndugleikarnar um Eik og frádráttin í sambandi við, at kollsigldi bankin var endurreistur.

Áðrenn Løgtingsins Umboðsmaður tekur støðu til avgerðina hjá TAKS, má Eivind Jacobsen kæra til bæði kommunalu skattakærunevndina í Havn og Skatta- og avgjaldskærunevndina hjá landsstýrinum.

Landsstýrismálanevndin viðger kæru týsdagin

Umframt at hava kært Fíggjarmálaráðið í sambandi við Eik-skattamálið, hevur Eivind Jacobsen eisini kært Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, til landsstýrismálanevndina.

Hon hevur starvast sum deildarstjóri hjá TF Holding, ið keypti Eik. Eivind Jacobsen vil hava at vita, um hon í tí starvinum hevði nakað við skattamálið at gera.

Um so er, heldur hann vera ógegniga at hava nakað við málið at gera nú. Landsstýrismálanevndin skal viðgera kæruna um Kristinu Háfoss á fundi í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204983
Leygardag 28. februar
TEMAPLÁTAN: 'Centerfield', John Fogerty, 1985
204756
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. mars
Andakt
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954