Norskur granskingarstovur vil kanna havbotnin

Norskur granskingarstovur vil kanna havbotnin
Øðrvísi hugsan og meiri vitan um havið er neyðug til tess at føða heimsins íbúgvar, sigur norskur vísindamaður
 
16.05.2016 - 13:59

Norski granskingarstovnurin fyri polarviðurskifti heitir nú á norsku stjórnina um at játta meiri pening til havgransking, tí verandi fatan av havtilfeingi er sera grunnskygd.

- Vit vita í dag meiri um landsslagið á Mánanum, enn vit vita um lív frá vatnskorpuni niður á havbotnin. Á sama hátt sum USA á sinni setti Apollo-verkætlanina í verk, sum hevði til endamáls at granska rúmdina, so eiga vit í dag at stovna eina verkætlan á sama stigi, sum hevur til endamáls at granska havbotnin, segði Jan-Gunnar Winther, stjóri á norska polargranskingarstovninum við NRK.

Havið kann veita føði til vaksandi fólkatalið

Fólkatalið í heiminum bara veksur - og tað ger eftirspurningurin eftir mati, orku og øðrum evnum eisini. Framskrivingar vísa, at um 40 ár verða tað umleið 10 milliardir fólk  Tí er umráðandi at fáa eina heildarfatan av, hvat annað er í havinum enn bara fiskur. 

Jan-Gunnar Winther vísir millum annað á, at herfyri mæltu norskir myndugleikar til at veiða 165.000 tons av reyðæti í norksum sjógvi. 

"At læra okkum at gagnnýta reyðæti, krill og annað tilfeingi í havinum betur kann nøkta stóra eftirspurninginum eftir proteinum, sum er í heiminum," sigur hann við NRK.

Noreg kann ganga á odda

Hann leggur afturat, at havumsitingin hjá Noregi hevur leingi tíð verið burðardygg.

"Vit hava víst, at vit kunnu ganga á odda fyri allan heimin fyri at fáa sum mest burturúr havinum uttan at oyða tað tilfeingi, vit hava. Tí eiga vit miðvíst at fara til verka at granska havbotnin neyvari," sigur norski vísindamaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804