Selt til Noregs

Selt til Noregs
Uppsjóvarskipið Grunnabarð er selt til Noregs fyri 2,4 mió. kr. Skipið skuldi annars seljast á tvingsilsuppboði í Fútarættinum í Havn í morgin
 
17.05.2016 - 11:00

Uppboðið er nú afturkallað. Felagið South Pelagic í Vági keypti Østervold úr Noregi í februar í 2013, og gav skipinum navnið Grunnabarð. Grunnabarð, sum er bygdur í 1979, varð keyptur at fiska ídnaðarfisk.

30. mai í 2013 keypti eitt felag hjá Thor í Hósvík, Ocean Group Faroes, Grunnabarð fyri 20 milliónir krónur. Hann varð tá keyptur at fiska sild og makrel.

Veðhavararnir ikki á fundinum

Grunnabarð endaði tó aftur hjá South Pelagic, sum átti skipið, tá tað varð kravt undir hamaran. Fyrireikandi fundur var í Fútarættinum 20. apríl. Men veðhavararnir í Grunnabarði vóru ikki á tí fundinum.

Advokaturin, sum bað um uppboðið, hevði ikki frætt frá teimum. Einastu krøvini, sum vórðu løgd fram á fyrireikandi fundinum, vóru frá tveimum havnum, Runavík og Vági. Eingi hýrukrøv eru.

Danska fyritøkan Teleserve vendi sær til ein advokat í Føroyum, Bjørn á Heygum, og bað hann krevja Grunnabarð seldan á tvingsilsuppboði.

Eginognin er negativ

Í seinasta roknskapinum hjá South Pelagic, sum er kunngjørdur - hann er frá 2014 - er skuldin hjá felagnum 14,5 milliónir krónur, men eginognin er negativ.

Grunnabarð er, sambært roknskapinum, verdur 9,7 milliónir krónur. Men nú er hann seldur Ice Fjord A/S í Tromsø fyri 2,4 milliónir krónur.

Grunnabarð hevði eingi fiskirættindi í Føroyum, nú hann varð seldur eftir at hava ligið í Hirtshals í langa tíð. Reiðaríið hevur tó eitt royndarloyvi eftir hvítingsbróðuri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862