Føroyskar heilsølur siga seg vera væl vardar fyri teldusníkum

Føroyskar heilsølur siga seg vera væl vardar fyri teldusníkum
Álopini á frysti- og kølidiskar uttanlands hava fingið føroysku heilsølurnar at hyggja at sínum skipanum einaferð aftrat
Føroyskir matvøruhandlar siga, at skipanirnar eru tryggar. (Savnsmynd)
 
03.11.2026 - 12:20

Føroyskir matvøruhandlar og heilsølur siga seg vera væl vard fyri álopum frá teldusníkum, sum annars hava gjørt stóran skaða í fleiri londum í Evropa.

Har hava tedusníkar skrúvað upp fyri hitanum í frysti og kølidiskum, so matvørur fyri milliónir eru beindar burtur.

Ógvisligasta álopið var á handilsketuna ICA í Svøríki. Seks handlar hjá ICA eru raktir. Fleiri tons av matvørum máttu beinast burtur, tá teldusníkar høvdu brotið seg inn í køliksipanina og skrúvað hana upp á 50 stig.

 


Hjá ICA í Svøríki eru matvørur fyri milliónir buturbeindar.

 

Danska stýrisð fyri semfelagstrygd hevur boðað frá, at fleiri álop eisini hava verið í Danmark, uttan at nakað navn verður sett á. Tað seinasta er, at ein matvøruframleiðari eisini hevur verið fyri álopi.

Líknandi álop hava eisini verið framd í Belgia, Fraklandi og Luxemburg.

Endamálið er bara at oyðileggja, og eingin fráboðan ella krav um gjøld eru løgd fyri fyritøkurnar.

Føroyskar fyritøkur og handlar siga seg vera væl vard, og hesi seinastu álopini hava fingið tey at hyggja at sínum skipanum einaferð aftrat.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Niels Mortensen, stjóra í SMS-samtakinum, sum umfatar Miklagarð, Bónus og Mylnuna, Tony Rasmussen, stjóra í Poul Hansen heilsølu, sum eisini umfatar Á-handlar og Samkeyp, og við Gunnar Mohr, stjóra í PM heilsølu:

 

03112026_Teldusnikar_og_Foroyar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891