Ógreitt um Eik sleppur at byggja út við Strond

Ógreitt um Eik sleppur at byggja út við Strond
Mentamálaráðið og Søvn Landsins mæla frá, at byggisamtyktin verður broytt, vísa skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í
 
20.05.2016 - 09:36

Tórshavnar býráð samtykti í fjør at broyta byggisamtykina fyri økið Yviri við Strond, so at markið fyri, hvussu høgur ein bygningur kann verða, verður hækkað úr átta metrum upp í 10 metrar yvir vegnum. 

Ein orsøk er, at kommunan hevur fingið umsókn frá Eik, sum ætlar at byggja út.

Men bæði Mentamálaráðið og Søvn Landsins mótmæla ætlanini hjá Tórhavnar kommunu, vísa skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Óbótaligur skaði

Niðurstøðan hjá Mentamálaráðnum er, at broytingarnar av byggisamtyktini eru av slíkum slag, at tær kunnu hava óbótaligan skaða fyri Skansan í Havn.

Í hoyringarsvarinum frá Mentamálaráðnum, sum landsstýriskvinnan og aðalstjórin hava skrivað undir, stendur, at tað er týdningarmikið, at mett verður um árinið á mentanarlandslagið og á upplivingina av Skansanum, umframt hvørji samfelagsvirðið kunnu fara fyri skeytið.

Søvn Landsins taka heldur ikki undir við ætlanini um at broyta byggisamtykina.

Byggisamtyktin ikki nóg mikið

Søvn Landsins halda, at bygging so tætt við Skansan kann ikki regulerast bara við broytingum í byggisamtyktini.

Eisini skriva Søvn Landsins í hoyringarsvarinum, at skal tað verða loyvt at byggja hægri, eigur tað at verða gjørt soleiðis, at ein niðurtrapping verður serliga móti Skansanum.

Tað merkir, at Eik eigur ikki at sleppa at byggja eina hædd oman á verandi bygning, ið stendur nærindis Skansanum, og ein avmarking eigur eisini at verða gjørd í byggihædd og frástøðu frá fjøruni, halda Søvn Landsins.

Býarskipanarnevndin viðger málið

Málið er í løtuni til viðgerðar í Býarskipanarnevndini hjá landinum, sum skal geva Heilsu- og innlendismálaráðnum ummæli um ætlanina. Síðani er tað landsstýriskvinnan, sum ger av, um Tórshavnar kommuna sleppur at broyta byggisamtykina fyri økið ella ikki.

Ætlanin er, at løgtingið skal keypa og flyta í bygningin hjá Eik banka í miðbýnum í Havn, men Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur við in.fo, at tey bíða, til byggimálið hjá Eik er avgreitt.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869