Landsstýrismaðurin fær víða heimild

Landsstýrismaðurin fær víða heimild
Landsstýrismaðurin kann vraka øll boð, sum koma. Tá verður fiskurin boðin út av nýggjum í kunngerðini um uppboðssølu, sum nú er til hoyringar
 
02.06.2016 - 08:28

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær víða heimild í kunngerðini um uppboðssølu, sum nú er til hoyringar.

Sambært uppskotinum um kunngerðina kann landsstýrismaðurin vraka øll boð, sum koma, og tá verður fiskurin boðin út av nýggjum.

Tvær ymiskar uppboðssølur

Landsstýrismaðurin kann eisini áseta ein minstaprís, áðrenn sølan byrjar, og hvussu nógv verður boðið út í senn. Ætlanin er at halda tvær uppboðssølur, eina opna og eina afturlatna.

Á opnu uppboðssøluni, sum Fiskamarknaðurin skipar fyri, verða seld 10.000 tons av svartkjafti, 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av norðhavssild og 1.200 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum.

SÍ EISINI Landsstýrismaðurin: Fleiri fáa nú høvið at bjóða

Vørn er uppboðssøluhaldari í afturlatnu uppboðssøluni. Har verða seld 10.000 tons av svartkjafti, 600 tons av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum og 1.200 tons í russiska partinum.

Keyparin rindar tað, sum uppboðssølan kostar, hálvt annað prosent av tí, hann keypir fyri, í opna uppboðnum og 0,75 prosent í tí afturlatna. Gjaldast skal í hondina við hamarsslag.

Pengarnir fyri keypta fiskin verða kravdir so hvørt, fiskurin verður avreiddur. Men alt skal kortini vera goldið nýggjársaftan, sama, um fiskurin ikki er avreiddur tá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655