Starvsfólkaveitsla í Havn kostaði hálva millión

Starvsfólkaveitsla í Havn kostaði hálva millión
Kostnaðurin fyri hvørt starvsfólk var umleið 330 krónur
 
08.06.2016 - 14:11

Starvsfólkaveitslan, sum Tórshavnar kommuna helt fyri øllum starvsfólkum í kommununi 20. mai, kostaði 425.918 krónur.

Kostnaðurin fyri hvørt starvsfólk var umleið 328 krónur, upplýsir kommunan fyri Kringvarpinum. Fyrivarni verður tó tikið fyri, at frávik kunnu vera í endaligu upphæddini.

Fyrisitingin í kommununi læt 300.000 krónur til veitsluna av síni játtan, og kommunalu stovnarnir rindaðu 130 krónur fyri hvørt starvsfólk, sum var í veitslu. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, var einasti býráðslimur, sum var á veitsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162