Skúlastjórin fingið munnkurv

Skúlastjórin fingið munnkurv
Mentamálaráðið hevur givið skúlastjóranum í Sankta Frans skúla munnkurv í málinum um eina møguliga framhaldsdeild á skúlanum
Selmar Jacobsen, skúlastjóri í Sankta Frans skúla í Havn, hevur fyrr sagt sína hugsan um málið um eina møguliga framhaldsdeild í skúlanum, men tað skal hann ikki gera longur. Mentamálaráðið hevur givið honum munnkurv
 
09.06.2016 - 17:24

- Tað er ikki uppgávan hjá skúlastjóranum at leggja seg út í viðurskifti, sum hava við skúlabygnaðin at gera. Hansara uppgáva er at reka skúlan, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum.

Selmar Jacobsen, skúlastjóri í Sankta Frans skúla í Havn, hevur fingið munnkurv frá Mentamálaráðnum og skal ikki úttala seg meira um málið um framhaldsdeildina í Sankta Frans skúla.

SÍ EISINI Framheildsdeildin: Ikki allar súðir syftar

- Tað er óheppið, at skúlastjórin ger seg til talsmann fyri tey, sum ynskja framhaldsdeild í Sankta Frans skúla, sigur aðalstjórin í Mentamálaráðnum.

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, váttar, at Mentamálaráðið hevur biðið skúlastjóran um ikki at gera fleiri viðmerkingar alment um málið, tí tað órógvar.

- Hvussu skúlabygnaðurin í Tórshavnar kommunu skal síggja út, er eitt mál fyri býráðið í Havn og ikki skúlastjóran í Sankta Frans skúla, sigur hann.

Óhóskandi at skúlastjórin leggur seg út í málið

Mentamálaráðið, sum er ovasti skúlamyndugleiki í landinum, metir, at tað er óhóskandi, at skúlastjórin leggur seg út í málið um framhaldsdeildina.

Poul Geert Hansen er í løtuni staddur uttanlands og vil ikki gera fleiri viðmerkingar. Hann vísir til Olaus Jespersen, deildarstjóra á Undirvísingardeildini í Mentamálaráðnum.

Tað hevur ikki eydnast útvarpinum at fáa eina viðmerking frá Olausi Jespersen, deildarstjóra í Mentamálaráðnum, í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096