Gera nýggjan býling í Klaksvík

Gera nýggjan býling í Klaksvík
Um tvey ár verða millum 58 og 80 grundstykki tøk í Klaksvík. Stykkjast skal út til sethús og íbúðir, hevur býráðið samtykt
 
14.06.2016 - 08:36

Umhvørvis- og býarskipanarnevndin hjá Klaksvíkar býráði hevur samtykt at fara í holt við ein nýggjan býling á Fossum, sigur Kristian Eli Zachariasen, formaður í nevndini.

Kommunan fer fyrst at ogna sær lendið at byggja á. Í fyrstu atløgu ætlar kommunan at ogna sær sunnasta partin á Fossum. Har verða 18 til 20 grundstykki.

Grundstykkini tøk í 2018

Eftirspurningurin eftir stykkjum avger so, hvussu verður hildið fram við byggistigunum tvey, trý og fýra. Har kunnu fáast 40 til 60 grundstykki og íbúðir.

Lagt verður eisini upp fyri at byggja barnagarð á Fossum. Kommunan fer undir at útvega lendið seinni í ár.

Miðað verður eftir, at grundstykkini verða tøk eina ferð í 2018, sigur Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096