Søkja nú (aftur) eftir leiðara

Søkja nú (aftur) eftir leiðara
Musikkskúlin í Suðuroy søkir nú eftir leiðara næstu trý skúlaárini. Leiðari varð annars settur í fjør
 
16.06.2016 - 07:44

Men Løgtingsins umboðsmaður, sum fekk eina klagu um setanina, bað í februar kommunustýrini í Suðuroynni um at viðgera setanina av nýggjum.

Løgtingsins umboðsmaður staðfesti í sínari niðurstøðu, at kommunustýrini høvdu onga lógarheimild til at lata nevndina fyri Musikkskúlan seta leiðaran.

Nú stendur í lýsingini eftir leiðara, at kommunurnar í Suðuroynni eru setanarmyndugleiki. Freistin at søkja starvið sum leiðari í Musikkskúlanum í Suðuroynni er sett til 24. juni.

Reglurnar um musikkskúlar dagførast

Løgtingsins umboðsmaður bað landsstýriskvinnuna í kommunumálum, Sirið Stenberg, ansa eftir, at avgerðin um setanina verður tikin á røttum staði, tað er hjá kommununum, og ikki hjá nevndini fyri Musikkskúlan

Mentamálaráðið er biðið um dagføra reglurnar um musikkskúlar. Løgtingsins umboðsmaður fekk eisini klagu um, at leiðari á Musikkskúlanum í Suðuroynni varð settur í august í 2013, uttan at starvið varð lýst leyst yvirhøvur.

Í apríl í fjør varð starvið so lýst leyst. Fýra umsøkjarar vóru tá. Men tá setti nevnd skúlans leiðaran. Tað kundi hon ikki, sambært Løgtingsins umboðsmanni, tí kommunurnar eiga at seta leiðaran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 8mf
210520
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 14-16
210519
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 6mf menn
210518
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 14-16
210517