Framgongd í ferðafólkatalinum

Framgongd í ferðafólkatalinum
Á flestu sjóvegis leiðunum hjá Strandferðsluni var framgongd í ferðafólkatalinum í mai í ár, samanborið við sama mánaða í fjør
 
18.06.2016 - 14:46

Bæði á Suðuroyarleiðini, Nólsoyarleiðini, Kallsoyarleiðini og Svínoyarleiðini var framgongd í ferðafólkatalinum hjá Strandferðsluni í mai mánaði, samanborið við mai í fjør.

23.342 ferðafólk fóru við Smyrli um Suðuroyarfjørð í mai í ár, samanborið við 22.734  sama mánaða í fjør.

Á Nólsoyarleiðini var stór framgongd. 10.974 fóru um Nólsoyarfjør í mai í ár, í mai í fjør var talið 8.342 ferðafólk.

5.487 ferðafólk fóru um Kallsoyarfjørð í mai í ár, í mun til 3.764 sama mánaða í fjør.

2.159 fólk fóru við Rituni út í Svínoynna og Fugloynna í mai í ár, í fjør vóru tey 1.246 í tali.

Hinvegin var ein lítil afturgongd á Sandoyarleiðini og Skúvoyarleiðini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987