Tørvur á íløgum í undirstøðukervið

Tørvur á íløgum í undirstøðukervið
Heimurin má gera íløgur í undirstøðukervið fyri 400 túsund milliardir krónue fram til 2030, skal steðgur ikki koma í
 
19.06.2016 - 10:07

Stórur tørvur er á íløgum í undirstøðukervið í heiminum. Skal steðgur ikki koma í, má undirstøðuukervið mennast fyri 400 túsund milliardir krónir til 2030.

Tankasmiðjan, McKinsey Global Institute, MGI, spyr nú, hvaðani allur hesin peningurin fæst.

Víst verður á, at í ár verða íløgur gjørdar í undirstøðukervið kring heimin fyri 2.500 milliardir dollarar, tá er talan um flutning, vatn, orkuverk, samskiftisútbúnað og aðrar samfelagstænastur.

Skal framgongdin ikki steðga, eru samlaðu íløgurnar alt ov smáar.

Vánaliga búskapargongdin seinastu árini hevur gjørt, at stígur er komin í neyðugar íløgur, og tí má meiri ferð setast á, sigur McKinsey í eini nýggjari frágreiðing.
Kina hevur gjørt flestu íløgurnar í undirstøðukervið síðani aldarskiftið, og tann gongdin tykist at halda fram.


Víst verður á, at Kina nýtir meiri til undirstøðukervið enn Norðuramerika og Evropa tilsamans, hóast bruttotjóðarúrtøkan í londunum í vesturheiminum er tríggjar ferðir størri enn í Kina.
Hóast samstarv er ímillum almennar og privatar íløgur á økinum, so er privati íløguparturin minni enn 10 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804