Fólkaatkvøða kann gerast dýr hjá Bakkafrosti

Fólkaatkvøða kann gerast dýr hjá Bakkafrosti
Fer Bretland úr ES-samstarvinum, fer tað at verða føroysku alifyritøkuni, Bakkafrosti, dýrt
 
21.06.2016 - 08:05

Tað skrivar dimma.fo, sum endurgevur norska miðilin Hegnar. Víst verður til eina partabrævafrágreiðing, sum norski bankin, DNB, gjørdi fríggjadagin.

- Vit meta, at um danska krónan verður millum 10 og 20 prosent sterkari mótvegis evruni, versnar raktrarúrslitið hjá Bakkafrosti fyri 2016 og 2017 millum 11 og 36 milliónir krónur, skrivar bankin í frágreiðingini.

Kursurin hækkaði mánadagin

Viknar evran í mun til donsku krónuna, kann tað fáa avleiðingar fyri Bakkafrost. Sambært DNB hevur føroyska felagið allar sínar útreiðslur í donskum krónum, meðan inntøkurnar eru í evrum og dollarum.

Tað kann gerast føroyska felagnum dýrt. Dimma.fo skrivar, at norski bankin roknar við, at bæði pund og evra vikna í mun til hini gjaldoyruni, og so setur bankin eisini spurnartekn við tann veruleika, at danska krónan í fleiri ár hevur verið læst fyri evruni.

Tí er tilmælið hjá DNB, at íleggjarar bíða við at keypa partabrøv í Bakkafrosti, men líkt er ikki til, at íleggjarar hava tikið hetta til eftirtektar, tí kursurin hækkaði so seint sum í gjár. Og tá kursurin hækkar, merkir tað, at eftirspurninguin frá keyparum er til staðar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533