Nógv olja á goymslu

Nógv olja á goymslu
Seinast í juni vóru 95 milliónir tunnur av olju goymdar umborð á tangaskipum kring heimin
 
14.07.2016 - 23:11

So nógv olja er ikki goymd umborð á tangaskipum síðani fíggjarkreppan herjaði árini 2008 og 2009, vísir ein uppgerð sum Bloomberg hevur gjørt.

Uppgerðin vísir eisini, at í løtuni liggja níggju milliónir tunnur av olju umborð á níggju oljutangaskipum, sum liggja í Norðsjónum, útfyri bretsku strondini. Tað eru tvær milliónir tunnur fleiri enn í mai.

Eftirspurningurin í Evropa veksur ikki

Í síni árligu frágreiðing, vísir Altjóða Orkustovnurin, EIA á, at oljan verður goymd, tí feløgini sum selja, vænta at prísurin fer at hækka.

Oljan umborð á tangaskipunum í Norðsjónum er ikki seld enn, og smá útlit eru fyri, at oljuprísurin fer at hækka í bræði, tí eftirspurningurin av olju í Evropa veksur ikki, skrivar Bloomberg.

Skipið sum hevur ligið longst útfyri bretsku strondini, er tangaskipið, Maran Thetis, sum hevur ligið síðani 23. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andaktin
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364