Stuðulin gevur eisini øvugt úrslit

Stuðulin gevur eisini øvugt úrslit
Stuðulin, sum bøndur fáa til at hoyggja fyri, ger, at bøndur hava aðrar pengar at keypa hoyggj fyri uttanlands
Stuðulin, sum Løgtingið samtykti at lata bøndrum til at hoyggja fyri í staðin fyri at innflyta hoyggj, gevur eisini øvugt úrslit
 
18.07.2016 - 08:30

Stuðulin, sum Løgtingið samtykti at lata bøndrum til at hoyggja fyri í staðin fyri at innflyta hoyggj, gevur eisini øvugt úrslit.

Tí stuðulin ger, at bøndur hava aðrar pengar at keypa hoyggj fyri uttanlands. Tað sigur Mads Randbøll Wolff, sum hevur greinað føroyska landbúnaðin fyri Búnaðarstovuna.

Føroyar innfluttu hoyggj fyri níggju milliónir krónur í fjør. Innflutningurin er vaksin, hóast landskassin letur studning til at hoyggja í Føroyum.

Kanna um tari kann brúkast

Tí stuðulin ger, at bøndurnir hava aðrar pengar tøkar at keypa innflutt hoyggj fyri. Mads Randbøll Wolff mælir til at gera heildarætlan um fóður, so sleppast kann undan innflutningi.

Hann mælir til at sláa allan bø og velta upp úr nýggjum. Mads Randbøll Wolff mælir millum annað eisini til at kanna, um ikki ber til at brúka tara, bygg og mask frá bryggjaríunum sum fóður.

Eisini heldur hann tað vera vert at royna, um rossa-bønir ikki kunnu brúkast í staðin fyri innflutt fóður úr sojabønum. Hetta verður gjørt við góðum úrsliti á Bornholm, sigur Mads Randbøll Wolff.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. februar
Breddin: Skal ES flyta seg tættari saman?
203822
Fríggjadag 6. februar
RagnarRokk:Attila Csihar um Liturgy of Death
203781
Fríggjadag 6. februar
Morgunlestur fríggjadagur 6.februar 2026
203555
Hósdag 5. februar
RagnarRokk 5.februar 2026
203225
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Hósdag 5. februar
Bjarki: Spor í sandi
203724
Hósdag 5. februar
Emma: Morgun
203725