Tivoliøkið tekur møguliga ímóti korti í 2017

Tivoliøkið tekur møguliga ímóti korti í 2017
Tórshavnar ítróttarráð umhugsar at taka ímóti gjaldskorti á Tivoliøkinum á Skálatrøð næsta ár.
 
30.07.2016 - 17:39

Fleiri enn 1000 armibond til tivoliøkið á Skálatrøð vóru seld á ólavsøku. Men tá ið foreldur skulu gjalda fyri stuttligu armibondini, bar ikki til at gjalda við korti. Tivoliøkið á Skálatrøð tók bert ímóti leysum pengum. Hetta førdi við sær metlangar køir við sjálvtøkurnar. 

Hetta hava fleiri foreldur ilskast um, og nú sigur nevndarlimurin í Tórshavnar ítróttarráði, Harald Joensen, at tey møguliga fara at taka ímóti korti næsta ár. 

- Vit fara at eftirmeta hetta, sigur Harald Joensen, sum er nevndarlimur í Tórshavnar ítróttarráði, og leggur eisini aftrat, at líkt er til, at foreldur sleppa at gjalda við korti á Tivoliøkinum á Skálatrøð næsta ár. 

Harald Joensen leggur aftrat, at tey í ár hava selt um 1000 armibond fyri ávikavist 100 og 250 kr. Pengarnir, sum koma inn verða savnaðir saman; síðani verða útreiðslurnar drignar frá, og at enda verða pengarnir býttir út ímillum tey 15 ítróttarfeløgini í Havn, sum eru limir í Tórshavnar ítróttarráði.
Somu pengarnir eru uttan fyri skattaskipanina, tí ítróttarfeløg eru frátikin skattaskyldu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114