500 fólk framvegis í ALS

500 fólk framvegis í ALS
Landsstýrið fer at skipa fyri vaksamannalæru, so fólkini í ALS fáa førleikar at fara út á arbeiðsmarknaðin
 
01.08.2016 - 07:16

   

Hóast arbeiðsloysið í landinum er søguliga lítið, eru 500 fólk framvegis skrásett sum arbeiðsleys í ALS. Samstundis er neyðugt at hava útlendska arbeiðsmegi til tess at nøkta tørvin, sum vinnan hevur á skikkaðari arbeiðsmegi.

Trupulleikin er, at fólkini, sum eru skrásett í ALS, hava ikki tann førleika, sum vinnuni tørvar, sigur Samferðslumálaráðið í ískoytispartinum til løgmansrøðuna á ólavsøku.

Neyðugt er at geva hesum fólkum førleikar, sum gera, at brúk verður fyri teimum á arbeiðsmarknaðinum.

Landsstýrið fer tí undir at skipa eina vaksamannalæru, soleiðis at fólkini fáa tann førleika, sum arbeiðsmarknaðinum tørvar, og hetta málið verður raðfest høgt, sigur Samferðslumálaráðið.

Arbeiðsloysið er í løtuni 2,3 prosent. 

50 mió. kr. í avlopi

Avlopið hjá ALS í fjør var hálvthundrað milliónir krónur. 

Eginognin var við árslok í fjør komin upp á 361 milliónir kr. Tá eginognin var størst, tað var í 2009, var hon 742 milliónir kr.

Størstu útgjøldini í ALS fara til virki í alivinnuni og uppsjóvarvinnuni, og ALS-stýrið hevur heitt á landsstýrið um at broyta skipanina, tí fyritreytirnar eru broyttar. 

Landsstýrið viðger málið, og ein møguleiki, sum verður kannaður, er, um fiskavirkisskipanin kann verða broytt í samráði við partarnar á arbeiðsmarknaðinum sum ein liður í semju um fastlønarsáttmálar fyri ávís virki, sum nú eru í fiskavirkisskipanini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128