Olymisku leikirnir eru farnir av bakkastokki

Olymisku leikirnir eru farnir av bakkastokki
Pál Joensen skal svimja fyri Danmark á olymisku leikunum, og hann var við til setanina.
 
06.08.2016 - 10:20

Leikirnir vóru settir á Maracana leikvøllinum í Rio De Janeiro í Brasil  á middnátt í nátt, okkara tíð.

Ein føroyingur var millum luttakararnar, sum gingu inn á vøllin við hálgum tvey tíðina í nátt. Pál Joensen skal svimja fyri Danmark á olymisku leikunum, og hann var við til setanina. 

Pál Joensen gekk aftanfyri Dannebrog, sum var borið av tennisleikaranum, Caroline Wozniacky á odda, men millum smærru donsku fløggini, sum luttakararnir sjálvir høvdu í hondini, veitraði merkið í hondini á Páli.

Ikki øll ítróttarfólk luttaka í setanini, tí hon kann vera alt ov møðsom fyri tey, sum skulu kappast dagarnir eftir. Men Pál Joensen skal ikki svimja fyrr enn fríggjadagin, og tí var hann ein av teimum, sum slapp við til setanina í nátt. 

Setanin var ein stórsligin framsýning, sum vardi í fimm tímar í alt, og hon heiðraði ymiskleikanun, men hon gjørdi eisini vart við ovurupphiting og hóttu regnskógirnar. Boðskapurin var, at vit skulu ansa væl eftir klótini. 

Øll ítróttarfólkini, sum gingu inn á vøllin, høvdu eitt fræð í hondini, sum varð plantað í eitt hylki. Hesi trøð verða síðani plantað úti í náttúruni. 

Millum 10 og 11 túsund Ítróttarfólk, umboðandi 207 lond og bólkar eru við í olympisku leikunum hesa ferð. Eisini flóttafólk og statsleys hava sín egna bólk, sum tey luttaka undir. 

Kringvarpið fer at senda beinleiðis tá Pál Joensen svimir fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. november
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
217165
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. november
Spírabrak - barnamøti hjá Heimamissiónini
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111