Fólkaskúlin niðurpíndur

Fólkaskúlin niðurpíndur
Fólkaskúlin er niðurpíndur við ov lítlari játtan á fíggjarlógini, sigur Herálvur Jacobsen, sum er formaður í Føroya Lærarafelag
 
14.08.2016 - 16:55

Fólkaskúlin er niðurpíndur. So bersøgin er Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, í oddagrein í Skúlablaðnum. Hann sipar til, at skúlastjórar um landið eru farnir at rópa varskó, tí talið og kravið á tímum økist alsamt, men tað ger játtanin til tímar ikki.

Sum dømi nevnir Herálvur Jacobsen, at játtanin til seturskúlar er niðurpínd, at tímatalið í alisfrøði varð hækkað, men tað var játtanin ikki og at samsýningin, lærarar fáa fyri at asna næmingum í matarsteðginum varð skerd við tveimum triðingum. Haraftur kom eisini krav úr Mentamálaráðnum um at herða trygdina í svimjitímum, men eingin pengar at gjalda fyri uppraðfestingina fylgdu við. 

Eisini harmast Herálvur Jacobsen, at næmingar við serligum tørvi ikki fáa ta serundirvísing teimum tørvar. Sertímar verða, sambært formanninum í Lærarafelagnum, ofta umskrivaðir til stuðulstímar - tí hesir eru nógv bíligari enn skipaðir serundirvísingartímar.

Tá skúlastjórar hava gjørt vart við, at teir hava alt ov lítið rásarúm í mun til krøvini um tímar, eru boðini úr Mentamálaráðnum, at skúlastjórar mugu raðfesta soleiðis, at roknistykki gongur upp - men spyr Herálvur Jacobsen - hvussu kunnu skúlaleiðslur raðfesta, tá tímajáttanin longu frammanundan er ov lág?

Nýggja skúlaárið byrjar í morgin, tá 640 børn fara í fyrsta flokk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366