Anni á Hædd er flutt í starv á Umhvørvisstovuni

Anni á Hædd er flutt í starv á Umhvørvisstovuni
Avtala er gjørd millum Anni á Hædd og Turid Arge, aðalstjóra í Heilsu- og innlendismálaráðnum
Mynd: Savnsmynd  
 
27.08.2016 - 10:53

Anni á Hædd er ikki longur deildarstjóri á deildini fyri Náttúru- og orkumál í Heilsu- og Innlendismálaráðnum. Hon hevur skrivað undir eina avtalu við aðalráðið, sum merkir, at hon verður flutt í eitt starv á Umhvørvisstovuni.

Tað sæst í eini avtalu, sum Turid Arge, aðalstjóri og Anni á Hædd hava undirskrivað, og sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Sambært avtaluni, dagfest og undirskrivað 26.august, verður Anni á Hædd frá 1.september at rokna fulltrúi á Umhvørvisstovuni. Enn er ikki útgreinað, hvørjar arbeiðsuppgávur hennara verða har. Tað skal gerast í samráð við leiðsluna á Umhvørvisstovuni.

Í brævi til lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum skrivar aðalstjórin í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, at Anni á Hædd hevur umsitið náttúru- og umhvørvisøkið í nógv ár, fyrst í Innlendismálaráðnum og síðani í Fiskimálaráðnum, og tí má hon metast at vera serfrøðingur á økinum. Víðari vísir Turid Arge á, at samgongan hevur valt at raðfesta umhvørvisøkið sera høgt, og tí verður nógv arbeiði at fremja á økinum restina av hesum valskeiðnum.

Fíggjarmálaráðið hevur góðkent, at Anni á Hædd fær eina serfrøðinga-viðbót í sínum nýggja starvi á Umhvørvisstovuni.

Anni á Hædd varðveitir sína deildarstjóraløn, tað er 37.lønarflokkur í lønartalvuni hjá Tænastumannafelagnum, næsta hálva árið. Tá verður hon lønt eftir sáttmálanum hjá Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum, har hon fær endalønina hjá fulltrúum, umframt 4.000 krónur afturat um mánaðin í serfrøðingaviðbót.

"Vit hava mist álitið á tær"

Við avtaluni millum Heilsu- og Innlendismálaráðið og Anni á Hædd endar ein hørð træta partanna millum.

18. juli fekk Anni á Hædd ætlanarskriv um uppsøgn. Heilsu- og Innlendismálaráðið umhugsaði at siga hana úr starvi, tí hon sum deildarstjóri tók avgerð um at senda góðkenningarskriv viðvíkjandi broytingini í byggisamtyktini fyri eystara havnaøki í Havn, uttan at landsstýriskvinnan hevði góðkent skrivið.

Sambært ætlanarskrivinum varð tað gjørt, hóast bæði landsstýriskvinnan og aðalstjórin í fleiri førum klárt og týðiliga høvdu givið bot um, at skrivið ikki skuldi sendast, fyrr enn landsstýriskvinnan hevði góðkent tað. Avgerðin hjá Anni á Hædd hevði, sambært ætlanarskrivinum, sett landsstýriskvinnuna í eina sera trupla støðu politiskt.

Aðalstjórin leggur ikki fingrarnar ímillum í ætlanarskrivinum, dagfest 18. juli:

"Tað, at tú soleiðis tekur avgerð beint ímóti boðum frá landsstýriskvinnuni, er so grovt ólýdni og álitisbrot, at landsstýriskvinnan og undirritaða hava mist alt álit á tær. Brotið er so mikið grovt, at tú helst kundi verið burturvíst, men vit umhugsa eina vanliga uppsøgn."

Sambært skjølunum í málinum varð møguleikin fyri at seta í verk eina tænastumannakanning eisini umrøddur í Heilsu- og Innlendismálaráðnum. Tað bleiv kortini av ongum.

Málið endaði fyrradagin, tá aðalráðið og nú fyrrverandi deildarstjórin skrivaðu undir avtalu, ið merkir, at Anni á Hædd verður flutt í starv á Umhvørvisstovuni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV