Fiskimenn í Íslandi í óvissu

Fiskimenn í Íslandi í óvissu
Fyri fyrstu ferð í søguni hjá íslendsku fiskivinnuni fara fiskimenn ikki at kunna vita, um teir framvegis eru mynstraðir í morgin
Verða fiskirættindi seld á uppboði, kunnu fiskimenn í Íslandi ongantíð vita, nær teirra skip sleppur at fiska
 
29.08.2016 - 09:07

Fiskimenn eru nú eisini komnir upp í kjakið í Íslandi um uppboðssølu. Formenninir í felagnum hjá fiskimonnum og í felagnum hjá yvirmonnum mæla staðiliga frá at selja fiskirættindi á uppboðssølu í Íslandi.

Verða fiskirættindi seld á uppboði, kunnu fiskimenn ongantíð vita, nær teirra skip sleppur at fiska. Teir fara at liva í støðugari óvissu og kunnu missa hýruna frá degi til dags.

Hetta verður ikki bara ringt fyri fiskimenninar, men eisini fyri onnur og fyri tjóðina sum heild, siga fiskimenn. Harafturat fer uppboðssølan at gera, at nøkur fá reiðarí hava øll fiskiloyvini.

Nógv kjak hevur verið í Íslandi um royndirnar av uppboðssølunum í Føroyum. Summi halda, at íslendingar eiga at gera sum føroyingar, men onnur ávara harðliga móti tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974