214 fleiri bilar innfluttir í ár

214 fleiri bilar innfluttir í ár
Tilsamans eru 1453 bilar innfluttir fyrstu átta mánaðirnar í ár
 
02.09.2016 - 08:04

17 prosent fleiri persónbilar vórðu fluttir inn fyrstu átta mánaðirnar í ár, vísa tøl hjá Akstovuni.

Tað er serliga innflutningurin av prutlum og neyðsendarakførum, sum er vaksin í ár. 

Higartil í ár eru innflutt 19 neyðsendarakfør, níggju fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

43 prutl eru innflutt í higartil í ár, í fjør vóru tey 30.

Tilsamans 1453 bilar eru innfluttir fyrstu átta mánaðirnar í ár, 214 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Bara í august vórðu innfluttir 179 persónbilar,  samanborið við 119 í augusti í fjør, vísa hagtølini hjá Akstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025