Viðgera fíggjarlógaruppskotið fyri 2017

Viðgera fíggjarlógaruppskotið fyri 2017
Tey fýra fólkini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini fara nú at fundast um fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár
Landsstýrið ætlar, at avlopið á fíggjarlógini í 2017 skal verða 50 milliónir krónur. Umboðini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini fara nú at viðgera fíggjarlógaruppskotið
 
07.09.2016 - 11:08

Í morgin og fyrrapartin fríggjadagin fara landsstýrið og tey fýra fólkini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini í Vágar at fundast um fíggjarlógaruppskotið fyri 2017.

Mánadagin var samgongufundur í Havn um fíggjarlógina. Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, var eisini á fundinum.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum skal í seinasta lagi 30. september leggja fram uppskot um fíggjarlóg fyri 2017. Útreiðslurnar á fíggjarlógini næsta ár skulu bara hækka 1,8 prosent, tí neyðugt er at halda aftur í góðum tíðum.

SÍ EISINI Ætla at fáa 50 mió. kr. í avlopi næsta ár

Hetta er talið í játtanarkarminum, sum Løgtingið samtykti í vár. Sambært játtanarkarminum verður avlopið hjá landskassanum 50 milliónir krónur í 2017.

Helvtin av teimum 1,8 prosentunum fer til lønarhækkingar. Lønirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum hækka nú 1. oktober.

Annars stavar útreiðsluvøksturin næsta ár frá millum annað fiskivinnugransking, filmshúsi, FarGen-verkætlanini og hægri barnafrádrátti í landsskattinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053