Fleiri strandfaraskip á beding

Fleiri strandfaraskip á beding
Trý skip hjá Strandfaraskipum Landsins skulu næstu tvær vikurnar á beding. Seinkingar kunnu eisini verða á suðuroyarleiðini
 
08.09.2016 - 08:05

Trý skip hjá Strandfaraskipum landsins skulu á beding nú í september. Og til í morgin kann roknast við seinkingum hjá Smyril, tí tann eini motorurin verður umvældur.

Smyril siglir tí bara við trimum motorum. Sildberin er longu farin á beding, og Súlan siglir á skúvoyarleiðini til 21. september.

12. september, mánadagin, fer Ritan á beding. Sildberin siglir tí alla næstu viku til Svínoyar og Fugloyar. Ternan fer eisini á beding mánadagin. Hon kemur aftur 23. september.

Jósup røkir Nólsoyarleiðina, meðan Ternan er á beding. Sam ger kortini fýra farmatúrar til Nólsoyar í tíðarskeiðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264