Lógin um musikkskúlar dagførast

Lógin um musikkskúlar dagførast
Samsvar er ikki millum lógina um stuðul til musikkskúlar og fyrisitingarligu mannagongdirnar, hevur Landsgrannskoðanin gjørt vart við síðani 2002
Í fjør vísti Landsgrannskoðanin á, at hon síðani 2002 hevur gjørt vart við, at samsvar er ikki millum lógina um stuðul til musikkskúlar og fyrisitingarligu mannagongdirnar
 
12.09.2016 - 08:39

Í meira enn 30 ár hevur fyrisitingin ikki samsvarað við lógina um stuðul til musikkskúlar. Men hóast landsstýrisfólkini øll hesi árini hava vitað um vantandi samsvarið, er lógin óbroytt og fyrisitingin ikki sambært lógini.

Landsgrannskoðanin finst hvassliga at Mentamálaráðnum í frágreiðingini um landsroknskapin fyri 2015, sum løgtingsgrannskoðararnir fingu í síðstu viku.

Gjørt vart við trupulleikan í 14 ár

Í fjør vísti Landsgrannskoðanin á, at hon síðani 2002 hevur gjørt vart við, at samsvar er ikki millum lógina um stuðul til musikkskúlar og fyrisitingarligu mannagongdirnar. Men einki er hent. Lógin er frá 1984.

Landsgrannskoðanin heldur, at Mentamálaráðið og landsstýrisfólkini hava skákað sær undan at loysa trupulleikarnar við at seta nevndir at kanna, gera uppskot og annað, uttan at alt hetta hevur ført til ítøkilig úrslit.

Lógin er framvegis tann sama, og fyrisitingin ikki sambært lógini. Løgtingsgrannskoðararnir hava eisini átalað harðliga, at einki ítøkiligt hendir viðvíkjandi Musikkskúlaskipanini.

Landsstýriskvinnan: Arbeiðið er byrjað

Í juni í ár hevur Rigmor Dam, sum nú er landsstýriskvinna í mentamálum, tó sagt við Landsgrannskoðanina, at hon er farin í holt við at loysa málið saman við kommununum.

Ætlanin er at koma við uppskoti um at broyta lógina í hesari tingsetuni. Grannskoðararnir hjá landinum siga, at sambært lógini fyrisita kommunurnar lógina.

Landið endurrindar lønirnar hjá lærarunum í musikkskúlunum. Men veruleikin er tann øvugti, landið fyrisitur og kommunurnar endurrinda landinum helvtina av lønunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891