Royna nú aftur

Royna nú aftur
Í dag fer Fiskamarknaðurin aftur at royna at selja svartkjaft á opnari uppboðssølu. 5.000 tons skulu seljast í dag
Um eina viku fer Fiskamarknaðurin at gera enn eina roynd at selja tey 5.000 tonsini, sum ikki blivu seld í síðstu viku, tí einki boð kom
 
12.09.2016 - 08:13

Uppboðið byrjar klokkan trý seinnapartin. Um eina viku fer Fiskamarknaðurin at gera enn eina roynd at selja tey 5.000 tonsini, sum ikki blivu seld í síðstu viku, tí einki boð kom.

Tvær royndir vórðu gjørdar í síðstu viku. Seinna afturlatna uppboðssølan hjá Vørn verður hósdagin. Í síðstu viku seldi Vørn 5.000 tons av svartkjafti fyri tíggju oyru kilo.

SÍ EISINI Reiðarar skoyta ikki um svartkjaft

Hetta uppboðið gav landskassanum hálva millión krónur. Varðin keypti 2.800 tons til Finn Fríða, Tummas T og Jupiter, Næraberg keypti 1.900 tons til Norðing, og Framherji keypti 300 tons til Fagraberg.

Boðini hjá Chr. í Grótinum vórðu ógildað, tí tvey boð komu fyri sama skip. Fýra av teimum fimm boðunum, sum sluppu upp í part, vóru hægri enn minstiprísurin hjá landsstýrismanninum, tíggju oyru fyri kilo.

Boðini vóru ávikavist 15, 13 og 12 oyru fyri kilo. Men øll skipini fingu svartkjaftin fyri tíggju oyru, sum var boðið hjá Varðanum fyri Finn Fríða. Hetta boðið setti prísin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539