Meira í inntøkuskatti til kommunurnar

Meira í inntøkuskatti til kommunurnar
Kommunurnar í Føroyum fáa nógv meira í sín part nú enn landið fær av inntøkuskattinum sammett við fyri nøkrum árum síðani
Í 1993 fóru 58 prosent av skattinum í landskassan og 42 prosent fingu kommunurnar. Nú er býtið øvugt
 
29.09.2016 - 11:01

Í 1993 fóru 58 prosent av skattinum í landskassan og 42 prosent fingu kommunurnar. Nú er býtið øvugt, 58 prosent til kommunurnar og 42 til landið.

Tað upplýsir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í svari til Jenis av Rana, løgtingsmann, sum spurdi um botnfrádráttin í kommunuskattinum seinastu 25 árini.

Frádrátturin í landsskattinum hækkaður 42.500

Landsstýriskvinnan fer tó bara 23 ár aftur í tíðina, til 1993, tí verandi skipan við botnfrádrátti í skattskyldugu inntøkuni kom í gildi tá.

Í hesi tíðini er botnskatturin í landsskattinum farin úr 22.500 krónum upp í 65.000 krónur. Botnfrádrátturin í kommunuskattinum er farin úr 22.500 í 1993 upp í 30.000 krónur í dag.

Eftir botnfrádráttin er landsskatturin stigvaksandi, soleiðis at hægri prosent verður rindað, um inntøkan er hægri. Eftir botnfrádráttin er kommunuskatturin flatur og eins fyri allar inntøkubólkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229