Varðhaldsfongslaður fyri drápsroynd

Varðhaldsfongslaður fyri drápsroynd
Ein 45 ára gamal maður er fyribils varðhaldsfongslaður í tríggjar dagar fyri eina drápsroynd í Havn mikukvøldið
 
29.09.2016 - 12:39

Ein 45 ára gamal maður verður í løtuni grundlógaravhoyrdur fyri drápsroynd og grovan harðskap. Hann stakk ein 50 ára gamlan mann í Jónas Broncks gøtu í Havn í gjárkvøldið, eftir at teir báðir vóru farnir til hendurs.

Stungni maður fekk kortini einki álvarsligt mein av stinginum. Hildur Hentze, kriminalovasti hjá løgreguni, sigur, at báðir menninir vóru rúsaðir, tá tilburðurin hendi.

Skuldsetti maðurin varð handtikin stutt eftir, og hevur verið í varðhaldinum í Mjørkadali, til hann varð førdur í rættin í morgun.

Noktar at talan er um drápsroynd

Kriminalovastin leggur afturat, at tá grundlógaravhoyringin er liðug, fæst ein greiðari mynd av málinum. Løgreglan hevur biðið um at fáa mannin varðhaldsfongslaðan, meðan málið verður kannað.

Í fyrsta umfari, er maðurin skuldsettur fyri drápsroynd. Verður tann skuldsetingin slept, verður 45 ára gamli maðurin skuldsettur fyri grovan harðskap, eins og øll onnur ið nýta knív.

Útvarpið fekk áðrenn tíðindasendingina at vita frá løgregluni, at grundlógaravhoyringin er liðug. Maðurin verður varðhaldsfongslaður í tríggjar dagar, meðan løgreglan kannar málið nærri.

Hann játtar seg sekan at hava stungið ein annan mann, men noktar at talan var um drápsroynd, sigur Hildur Hentze, kriminalovast, í stuttari viðmerking.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158