Samfelagsfrøði skal inn í fólkaskúlan

Samfelagsfrøði skal inn í fólkaskúlan
Longu næsta skúlaár skal samfelagsfrøði verður partur av frálæruni í fólkaskúlanum. Tað sæst í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017
Samfelagsfrøði skal á tímatalvuna hjá fólkaskúlanæmingum úr sjeynda upp í níggjunda flokk, sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár
 
02.10.2016 - 16:04

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017 verða slakar 700.000 krónur meira játtaðar til lønir til Nám samanborið við 2016.

Orsøkin til hetta er, at Nám skal gera undirvísingartilfar til samfelagsfrøði í fólkaskúlanum, stendur í fíggjarlógaruppskotinum.

Nám hevur sett Eydnu Magnussen at ritstjórna frálærutilfarið í samfelagsfrøði. Ætlanin er, at tilfarið skal verða klárt til skúlaárið 2017/18.

Má samtykkjast í tinginum fyrst

Samfelagsfrøði skal vera ein lærugrein frá 7. til 9. flokk. Um lærugreinin skal vera á tímatalvuni øll árini, er ikki avgjørt enn.

Tað er heldur ikki avgjørt, um nøkur onnur lærugrein má víkja ella um lærarar og næmingar mugu arbeiða meir, tá samfelagsfrøði verður á tímatalvuni.

At samfelagsfrøði skal vera ein lærugrein í fólkaskúlanum stendur í samgonguskjalinum. Men áðrenn tað kann gerast veruleiki, má hetta samtykkjast av Løgtinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815