Trump enn einaferð í andgletti

Trump enn einaferð í andgletti
Gølan um Donald Trump bara veksur, eftir at eitt sjónband kom fram sum vísir hvussu hann, "tí hann er stjørna", kann taka kvinnur, sum honum lystir
 
09.10.2016 - 10:24

Republikanski flokkurin í USA er í tí, sum líkist eini niðurbræðing, eftir gøluna, sum stóðst av einum sjónbandi, sum lak út fríggjakvøldið, har Donald Trump, forsetavalevnið breggjar sær av, hvussu hann, "tí hann er stjørna", kann taka kvinnur, sum honum lystir. Kropp á kroppi hava leiðandi republikanarar tikið frástøðu frá Donald Trump og siga seg ikki longur kunna stuðla honum í at gerast næstu forseti í USA.

Tey fráfalnu vaksa støðugt í tali, men fyri nøkrum tímum síðani skrivaði realclearpolitics, at eini 25 valdir republikanarar hava tikið sín stuðul aftur ella hava beinleiðis mælt Donald Trump til at gevast í valstríðnum. Talan er bæði um senatorar, limir í umboðsmannatinginum og eisini fleiri guvernørar, sum hava tikið almenna frástøðu frá sínum egna forsetavalevni. Donald Trump hevur allatíðina havt trupult við at fáa neyðugan stuðul frá kvinnuligum veljarum, og nú tykist tann trupulleikin vera ógjørligur at loysa. Politico skrivar, at republikanskar kvinnur í hópatali taka frástøðu frá honum, nú minni enn ein mánaður er til, at amerikanarar skulu greiða atkvøðu á forsetavalinum.

Vanvirðingin fyri kvinnum og kynsligi ágangurin, sum kemur til sjóndar í sjónbandinum, hava gjørt republikanskar kvinnuligar politikarar í øðini, og seinastu dagarnar hava leiðandi kvinnur í flokkinum gjørt greitt, at tær hava ongan áhuga yvirhøvur í at rætta Donald Trumpo enina hjálpandi hond. Tvørturímóti taka nógvar teirra almenna frástøðu frá honum. Ein teirra er senatorurin í New Hampshire, Kelly Ayotte, sum sjálv er í valstríði í einum av sonevndu sving-statunum. - Eg vil kunna stuðla valevninum hjá mínum flokki, sum er valdur av fólkinunm, tí eg haldi veruliga, at landi okkara tørvar nýggja kós. Men eg eri fyrst av øllum mamma og amerikanari, og eg kann ikki og vil ikki stuðla einum valevni at gerast forseti, sum breggjar sær av at niðurgera og gera seg inn á kvinnur, sigur senatorurin við Politico. Hon sigur, at hon ístaðin ætlar sær at skriva navnið á varaforsetavalevninum, Mike Pence, á atkvøðuseðilin, tá hon fer at atkvøða. Jennifer Horn frá floksleiðsluni stuðlar senatorinum, og sigur sambært Politico, at "flokkurin ætlar ikki, at tað skal fáa avleiðingar fyri tey, sum velja ikki at stuðla Donald Trump".

Fyrrverandi uttanríkisráðharrin undir Georg Bush, forseta, Condoleezza Rice, er eisini millum tey mongu, sum venda sær frá Donald Trump nú. Rice skrivaði á Facebook: "Nú er nóg mikið! Donald Trump eigur IKKI at verða forseti. Hann eigur at leggja frá sær". Og tað er í hesi støðuni, at sjónvarpað politisk orrusta verður í kvøld millum Hillary Clinton og Donald Trump. Hon verður send í nátt klokkan 2 okkara tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115