Starvsfólk fyri harðskapi og hóttanum

Starvsfólk fyri harðskapi og hóttanum
Fjórða hvørt starvsfólk í Almannaverkinum hevur verið fyri harðskapi í arbeiðinum og triðja hvørt hevur verið hótt
 
10.10.2016 - 08:02

Men eitt er, at viðskiftafólk hjá Almannaverkinum hótta og gera seg inn á starvsfólkini. Ein fimtingur av starvsfólkunum sigur seg hava verið fyri ódámligum ónáðum og arging á arbeiðsplássinum.

Og har eru starvsfelagar ofta syndararnir. Men bara helvtin sigur seg hava fingið neyðugu hjálpina eftir slíkar hendingar.

- Tað er ikki nóg gott. Vit mugu duga betur at taka hond um okkara starvsfólk, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.

Hava ongar mannagongdir

Almannaverkið hevur fyri fyrstu ferð kannað arbeiðsumhvørvið og trivnaðin hjá starvsfólkunum. Samanumtikið vísir kanningin, at starvsfólkið er væl nøgt við starvið og samstarvið við starvsfelagarnar. 

Men samstarvið við leiðararnar sveiggjar eitt sindur í ymsu spurningunum, sigur Almannaverkið í tíðindaskrivi. Almannaverkið hevur ongar mannagongdir fyri, hvussu strongd hjá starvsfólki skal handfarast.

Og tað sæst eisini aftur í kanningini. 91,4 prosent svaraðu, at tey vita ikki, hvussu strongd verður handfarin í Almannaverkinum.

Almannaverkið hevur fingið nýggja trygdarskipan, har sum stovnurin er býttur í 15 trygdarbólkar. Nú fara bólkarnir við støði í nýggju kanningini at gera tilmæli um tiltøk fyri at betra arbeiðsumhvørvið og trivnaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542