Fakfelag mælir til felags reglur

Fakfelag mælir til felags reglur
Best er, um allur almenni sektorurin hevur somu reglur um fráfaringaraldur, og fólk skulu ikki tvingast at arbeiða til tey eru 70 ár
 
24.10.2016 - 07:58

Starvsmannafelagið mælir til, at bæði kommunur og interkommunalir felagsskapir halda seg til reglurnar hjá landinum við 70 ára fráfaringaraldri.

Hjá tí almenna er enn munur á, hvussu leingi fólk sleppa at arbeiða. Tað er alt eftir, hvør arbeiðsgevarin hjá fólki er.

Hjá landinum eru reglurnar nú, at tey sum eru 70 ár kunnu søkja um at longja sítt arbeiðsskeið tvey ár í senn. Kommunurnar og interkommunalir felagsskapir so sum SEV og IRF hava sínar egnu reglur.

SÍ EISINI Alsamt fleiri eldri fólk arbeiða

Flestu kommunurnar hava annaðhvørt havt fráfaringaraldurin á 67 ár ella ongan fráfaringarpolitikk. Tó brúka eitt nú Tórshavnar kommuna og Klaksvíkar kommuna 70 ára fráfaringaraldur.

Starvsmannafelagið vil, at øll halda seg til reglurnar hjá landinum við 70 ára fráfaringaraldri. Bæði á privatum og almennum arbeiðsplássum eru alt fleiri millum 67 og 74 ár til arbeiðis.

Síðan 1995 er talið vaksið úr 405 upp í 1132 fólk, sum arbeiddu, sjálvt um tey vóru farin um aldurin at fáa fólkapensjón.

Umleið 500 starvaðust hjá tí almenna, og umleið 600 í tí privata. Hjá landinum eru reglurnar nú, at tey sum eru 70 ár kunnu søkja um at longja sítt arbeiðsskeið tvey ár í senn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852