20 milliónir ikki goldnar aftur

20 milliónir ikki goldnar aftur
Peningurin, sum fólk í Føroyum hava goldið í panti fyri einnýtisíløt í útivið 10 ár, er ikki goldin aftur til kundarnar
 
07.11.2016 - 08:06

20 milliónir krónur, sum eru goldnar í panti fyri einnýtisíløt hesi skjótt 10 árini, loyvt hevur verið at selja einnýtisíløt í Føroyum, eru ikki goldnar aftur til kundarnar. 

Tí vil Jørgen Niclasen, løgtinglimur fyri Fólkaflokkin, hava at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, hvør hevur fingið peningin.

Hetta stendur í skriviligum fyrispurningi, Jørgen Niclasen hevur sett landsstýriskvinnuni, og sum kemur fyri í Løgtinginum í næstu viku.

Eftirlýsir betri afturberingarskipan

Stóri trupulleikin er, sambært Jørgeni Niclasen, løgtingslimi, at møguleikarnir at lata brúkt einnýtisíløt innaftur eru ov vánaligir. Vanligt er, at handlar taka bara ímóti íløtum, sum teir sjálvir hava selt.

Tað er væl skiljandi, tí handilin veitir tænastuna fyri einki, meðan heilsølan fær vinning av íløtum, sum ikki eru latin innaftur, heldur hann.

Um handlar fingu ein part av pantpeninginum sum samsýning fyri ómakin at taka ímóti, hevði tað at loyst seg hjá øllum handlum at tikið ímóti øllum íløtum, skrivar Jørgen Niclasen, løgtingslimur, í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Sølan økist alsamt

Hann spyr tí, um landsstýriskvinnan í umhvørvismálum ætlar at broyta skipanina við pantigjøldum soleiðis, at allir handlar vilja taka móti øllum íløtum, so øll seld einnýtisíløt verða innafturlatin.

Sambært heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni hava 12 fyritøkur loyvi at innflyta og selja einnnýtisíløt. Umhvørvisstovan upplýsir, at talið av seldum einnýtis­íløtum økist ár um ár.

Í 2014 vórðu 9,3 milliónir einnýtisíløt seld. Í 2014 vórðu 87% av íløtunum latin inn aftur, upplýsir Umhvørvisstovan. Fyri árið 2014 merkir hetta, at 1,2 milliónir íløt ikki eru komin innaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. desember
Vikuskiftið 12 des 2025
201447
Fríggjadag 12. desember
RagnarRokk: Louis Wittmann um Blood Is The Price
201420
Fríggjadag 12. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Sommerson Band
201419
Fríggjadag 12. desember
Morgunlestur fríggjadagur 12.desember 2025
201348
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392