Øgiligur spenningur á Tvøroyri

bannari
Øgiligur spenningur á Tvøroyri
Valstýrið á Tvøroyri váttar nú, at tað stendur á jøvnum millum Javnaðarlistan og nýggja listin hjá Kristin Michelsen
Anita Vibergsdóttir situr við einum torførum vali. Hon skal velja at peika á Bjarna Hammer ella Kristin Michelsen
 
08.11.2016 - 21:58

Var tað spennandi áðrenn, so gjørdist tað ikki minni spennandi á Tvøroyri, nú valstýrið váttar, at upprunaliga býti millum listarnar ikki var rætt. Javnaðarlistin fær tríggjar og ikki tveir býráðslimir, sum upprunaliga talt upp. Tað merkir, at tað stendur á jøvnum millum Javnaðarlistan og listan hjá Kristin Michelsen. 

Súsanna Bertholdsen á Javnaðarlistanum sleppur inn, meðan Hallur á Heiðunum má geva sessin frá sær, áðrenn hann fekk hann. 

Einsamalla valda umboðið á Borgaralistanum, Anita Vibergsdóttir, skal tí velja, hvønn hon peikar á, Bjarna Hammer ella Kristin Michelsen.

Kringvarpið fylgir málinum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860