Sáttmálin undirskrivaður

Sáttmálin undirskrivaður
Tunnilsfelagið og NCC hava í dag endaliga undirskrivað sáttmálan, sum tryggjar byggifelagnum arbeiðið fyri tvær milliardir
Umboð fyri NCC og almenna tunnilsfelagið skriva undir milliardasáttmálan
 
08.11.2016 - 13:53

Tað boðar tunnilsfelagið frá í tíðindaskrivi. 

Byggifelagið NCC skal gera báðar undirsjóvartunlarnar. Sáttmálin er uppá 2.073 milliónir krónur. Tað er nakað meira, enn upprunaliga tilboðið frá NCC, sum var uppá 1,892 milliónir krónur,

 

Fastan prís

Sáttmálin inniber, at alt arbeiðið er til fastan prís uttan vatntrygging og tetting av fjallinum. Harafturat umfatar sáttmálaupphæddin prís- og lønarhækkingar í byggitíðarskeiðinum.

"Farið verður fyrst undir at gera Eysturoyartunnilin. Tá hann er liðugt sprongdur, verður farið undir at spreingja Sandoyartunnilin. Samstundis, sum byrjað verður at spreingja Sandoyartunnilin, verður Eysturoyartunnilin gjørdur liðugur. Sáttmálin við NCC umfatar ikki el-arbeiði og aðrar tekniskar lutir. Hetta verður tí ætlandi boðið út komandi ár. NCC byrjar at fyrireika arbeiðið alt fyri eitt. Møguleiki er framvegis fyri at fyrsta skotið fyri Eysturoyartunlinum verður í ár." stendur skrivað í tíðindaskrivinum. 

Sáttmálin er treytaður av løgfrøðiligari góðkenning (due diligence) av lánsskjølunum, eins og myndugleika góðkenning. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt áðrenn 15 desember 2016.

 

Fakta:

Eysturoyartunnilin verður 11,250 metrar langur. Har hann er djúpastur, er hann 189 metrar undir sjóvarmálanum. Mesta hall verður 5%. Teinurin frá tunnilsmunnanum á Hvítanesi til Runavíkar verður 9,7 km og teinurin av Hvítanesi inn á Strendur verður 9,2 km. Sandoyartunnilin verður 10,8 km langur. Har hann er djúpastur, er hann 154 metrar undir sjóvarmálanum. Mesta hall verður 5%. Samlaði kostnaðurin fyri báðar tunlarnar er mettur at verða umleið 2.600 milliónir krónur. Meira kunning um tunlarnar fæst á www.estunlar.fo og á facebook.com/eysturogsandoyartunlar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541