Føroyskur lýsingarfilmur heiðraður

Føroyskur lýsingarfilmur heiðraður
Sheep View-lýsingarátakið, ið setti Føroyar á heimskortið í summar, vann hóskvøldið tvær samskiftisvirðislønir í Niðurlondum
Lýsingarátakið, Sheep View, ið meira enn tvær milliardir fólk hava sæð, vann hóskvøldið tvær samskiftisvirðislønir
Mynd: Skíggjamynd/YouTube  
 
18.11.2016 - 11:31

Sheep View-lýsingarátakið, ið Sansir, Liquidminds og Kovboyfilm gjørdu fyri Visit Faroe Islands og Atlantic Airways, vann hóskvøldið tvær altjóða virðislønir á Epica Awards í Amsterdam.

Í tíðindaskrivi verður boðað frá, at í kapping við 4000 aðrar onnur lýsingarátøk úr 70 londum, fekk Sheep View tvær silvur virðislønir.

Greinin heldur fram niðanfyri

Video: Sheep View-lýsingarátakið

Sambært fólkunum aftanfyri Sheep View snúði átakið seg um at skapa eitt átak og eina søgu, ið var so øðrvísi, at tað kundi fáa uppmerksemi í altjóða miðlum.

Stigtakararnir siga seg tó vera ovfarnar av, at Sheep View-átakið hevur rokkið so langt og er víst meira enn tvær milliardir ferðirnar, sigur Tór Verland Johansen, kundastjóri á Sansum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533