Lagnan hjá felagnum avgerast

Lagnan hjá felagnum avgerast
Seinnapartin fæst at vita, um Havila Shipping, ið samstarvar við fleiri føroyskar fyritøkur, verður sent til avtøku í skiftirættinum
Klokkan 14 gongur freistin hjá Havila Shipping út. Um leiðslan í fyritøkuni ikki er vorðin samd við nakrar minnilutaeigarar sum sita í skuld í felagnum, verður Havila sent í skiftirættin
 
28.11.2016 - 09:39

Seinnapartin klokkan 14 gongur freistin út hjá Havila Shipping. Um leiðslan í fyritøkuni ikki er vorðin samd við nakrar minnilutaeigarar, ið sita í skuld í felagnum, verður Havila sent í skiftirættin.

Havila Shipping hevur í langa tíð stríðst fyri at yvirliva fíggjarliga. 9. november kunngjørdi Havila triðju roynd sína at bjarga felagnum, skrivar oljan.fo

Men sum við teimum báðum fyrru uppskotunum manglar bara játtandi svar frá fra minnilutaeigarunum, fyri at hendan avtalan kann undirskrivast.

SÍ EISINI Starvsfólkini bíða framvegis eftir svari

Leiðslan fær ikki minnilutaeigararnar við sær, tí teir eru misnøgdir við, hvussu avtalan er sett saman, og hvussu felagið skal myndast um hendan avtalan verður grundarlag fyri rakstrinum frameftir.

Minnilutaeigararir sita við meir en neyðuga triðinginum av partabrøvunum fyri at kunna steðga ætlanini hja Havila-leiðsluni. Og á triðja sinni steðgaðu minnilutaeigararnir í farnu viku uppskotinum.

Njål Sævik, stjóri í Havila Shipping, segði við Sysla.no í farnu viku, at um minnilutaeigararnir ikki gótaka hesa avtaluna, verður Havila sent í skiftirættin í dag klokkan 14.

SÍ EISINI Lagnudagur hjá høvuðspartaeigara

Sum skilst hevur Havila-leiðslan eina B-ætlan, men hesa vil hon ikki vísa fram fyri partabrævaeigarunum, fyrr enn eingin annar útvegur er. 

Sævik-familjan, sum eigur meir enn 50 prosent í Havila Shipping, hevur eisini áhugamal í føroysku frálandavinnuni, gjøgnum felagið Skansi.

Trupulleikarnir í Havila ikki ávirka felagið, Skansi, hevur higartil verið sagt. Spurningurin er tó, hvussu ein húsagangur í Havila kemur at merkja fíggjarligu møguleikarnar hjá Sævik-familjuni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065