Búskapargrunnurin fær landskassavlopið

Búskapargrunnurin fær landskassavlopið
Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini taka undir við uppskotinum hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu.
 
04.12.2016 - 12:56

Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini taka undir við uppskotinum hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um at seta part av avlopi landskassans í Búskapargrunnin.

Umframt serinntøkur skulu 20 prosent av avlopi landskassans, sum er millum 0 og 200 milliónir krónur, setast í grunnin. Og Búskapargrunnurin skal eisini hava helvtina av avlopinum, sum er oman fyri 200 milliónir kr.

Sambært uppskotinum skal endurstovnaði landsbankin umsita grunnin.

Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at neyðugt verður at dagføra skipanina um, hvussu gjaldast skal úr Búskapargrunninum.

Samgonguflokkarnir halda, at útgjaldsskipanin eigur at verða greinað nærri. Tað eigur at verða gjørt beinanvegin, soleiðis at ein dagførd skipan kann verða viðgjørd sum skjótast.

Andstøðan mælir til at gjalda skuld

Andstøðuflokkarnir í fíggjarnevndini mæla frá at samtykkja uppskotið.

Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin vísa á, at næsta ár skal landið innloysa lánsbrøv fyri eina milliard og 360 milliónir krónur, og neyðugt verður at endurfíggja ein part av hesi skuldini.

Andstøðuflokkarnir halda, at vit eiga at gjalda skuld niður til tess at styrkja samfelagið, tí so leingi peningur verður savnaður saman í grunn, er nógv størri vandi fyri, at politikarar brúka hann, enn um peningurin verður brúktur at gjalda skuld. 

Teir mæla í staðin til at samansjóða lógina um minsta innlán landskassans við lógina um Búskapargrunnin soleiðis, at vit altíð hava eina upphædd tøka at tryggja raksturin av samfelagnum, um brotasjógvar koma. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360