Hofer viðgongur at hava tapt forsetavalið

Hofer viðgongur at hava tapt forsetavalið
Valstaðarkanningar vísa, at Alexander Van der Bellen verður nýggjur forseti í Eysturríki
Norbert Hofer hevur givið skarvin yvir, hóast allar atkvøður ikki eru taldar
 
04.12.2016 - 17:29

Høgrasinnaða forsetavalevnið í Eysturríki, Norbert Hofer, hevur viðgingið, at hann hevur tapt forsetavalið, hóast allar atkvøðurnar ikki eru taldar.

- Kæru vinir, eg sigi tykkum takk. Tit hava stuðlað mær væl, og eg eri sera harmur um , at tað ikki eydnaðist. Eg ynski Alexander Van der Bellen til lukku, og heiti á allar eysturríkarar um at standa saman. Vit eru øll eysturríkarar, sama hvat vit hava valt, skrivar Norbert Hofer á Facebook. 

Valhølini lótu aftur klokkan fýra seinnapartin okkara tíð, og enn eru eingi almenn úrslit kunngjørd. 

Men valstaðarkanningar vísa, at hitt valevnið, Alexander Van der Bellen úr Grøna flokkinum fær 53,6 prosent av atkvøðunum, og Norbert Hofer úr Frælsisflokkinum fær 46,4 prosent.

Vunnið tvær ferðir í ár

Týska tíðindastovan, DPA, skrivar, at úrslitið byggir á, at 58 prosent av atkvøðunum eru tald. 

Er úrslitið eftirfarandi, er tað onnur ferðin í ár, at Van der Bellen fær flestar atkvøður á forsetavali í Eysturríki. Tað gjørdi hann eisini á valinum í mai, men tað varð ógildað.

Frælsisflokkurin kærdi um, at alt varð ikki farið rætt fram, og fekk viðhald. 

Nýtt forsetaval varð tí útskrivað at verða í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Gudstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065